2014-08-09 18:03
Íslendski trolarin Helga Maria AK, landaði í Reykjavík í vikuni, teir høvdu 185 tons, harav meginparturin var svartkalvi. Helga Maria hevði roynt á Halanum, teir fiskaðu í 4 døgn. Veiðan varð seld fyri uml 1,3 mill. F.kr.
Tað hevur verið góður fiskiskapur eftir svartkalva á Halanum í fleiri ár, serliga í august, tað skrivar fiskifrettir.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald