2014-08-11 14:12
Tíðliga í morgun fór IRF-bilurin út av vegnum í Sørpum í Sandavági. Teir vóru júst byrjaðir at samla "Gráu posarnar" tá ið óhappið hendi.
Boð vórðu send eftir einum kranabili, sum hjálpti til, at fáa IRF-bilin uppaftur, og longu kl. 9 var bilurin fingin upp - soleiðis at tá kundi innsamlingin av ruskposunum halda fram.
Eingin skaði hendi av óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald