
Í vikuni verða rull við gráum húsarhaldsposum frá IRF borin út til øll húskir í limakommunum felagsins. 28 posar eru í hvørjum rulli, og skulu hesir røkka til 26 vikur. Sostatt eru tveir eyka posar í hvørjum rulli.
Skilagott er ikki at nýta posarnar til annað enn til dagliga húsarhaldsruskið, tí annars fara teir ikki at røkka til.
Um tørvur er á fleiri posum, áðrenn IRF ber nýggj rull út í mars 2019, kunnu teir keypast í hesum handlum:https://irf.fo/grai-posin/?menuid=54.
Stór húski
IRF letur hvørjum húski gráar posar til eitt ársbrúk. Eru tit 6 fólk ella fleiri í húsarhaldinum, fáa tit tveir posar um vikuna. Stór húski kunnu gera vart við seg hjá kommununi, sum síðan ber boðini víðari til IRF.
Í heilt serligum føri kann verða talan um húski, har umstøðurnar er soleiðis háttaðar, at tørvur er á fleiri posum. Í slíkum førum verður eisini mælt til at boða kommununi frá.
Gráir posar í summarhúsum
Limakommunurnar hjá IRF rinda fyri, at húsarhaldsruskið hjá øllum borgarum við skrásettum bústaði í kommununi, verður heintað. Er talan sostatt um stutttíðar leigumál, summarhús og tílíkt, má eigarin av hesum bústaði keypa gráar posar til endamálið. IRF heintar bert posar við frámerki felagsins. Gráir keypsposar fáast í hesum handlum:https://irf.fo/grai-posin/?menuid=54.
Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið var heintað og burturbeint á rættan hátt.
Góð ráð, um posarnir ikki røkka til:https://irf.fo/grai-posin/?menuid=54
Reglugerð fyri ruskstativ:https://irf.fo/grai-posin/?menuid=54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald