2015-03-23 19:12
Í viðtøkum felagsins stendur, at aðalfundurin skal haldast áðrenn 1. november. Higartil hevur hann einamest verið hildin í oktober mánaði, men av tí at hildið verður, at í so langt er liðið út á ári í oktober, hevur nevndin avgjørt, at aðalfundurin nú verður hildin fyrr á árinum.
Kallað verður tí til ársaðalfundar í Ferðavinnufelagnum mánadagin 13. apríl 2015 kl. 13.30. Aðalfundurin verður hildin í Vinnuhúsinum á ??ðinshædd 7.
Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.
Eftir formligu skránna seta ymsu yrkisbólkarnir í felagnum seg saman at kjakast um evni av felags áhuga. At enda verður tikið samanum í einum felags kjaki.
??tgreinandi skrá fyri fundin verður send limunum umleið eina viku undan aðalfundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald