Vinna

Innfluttningur vaksin 7% higartil í ár

...

2021-09-16 10:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan:

Fyrstu 7 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 4,9 milliardir krónur, sum er 300 milliónir meira enn somu mánaðir í fjør.

Innflutningurin til og við juli er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 4,9 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 7% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin næstan 10%.

Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í flestu av hinum vørubólkunum er vøkstur.

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 158 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 37%.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 10% meira er innflutt av hesum vørum.

 

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

Januar ??? july 2020/2021

 januar ??? julymunur
 20202021mió. kr.%
Tilsamans4.553,24.869,5316,36,9
Tilsamans uttan skip og flogfør4.327,84.749,0421,19,7
Til hav- og landbúnað279,4307,227,89,9
Rávøra til fiskavirking246,4263,216,76,8
Til byggivirki498,7467,1-31,6-6,3
Til aðra framleiðslu1.013,11.053,440,34,0
Maskinur o.o. útgerð433,8592,2158,336,5
Brennievni o.t.555,5649,994,417,0
Bilar o.o. flutningsfør309,6324,715,14,9
Til beinleiðis nýtslu991,31.091,4100,110,1
Skip, flogfør o.t.225,4120,5-104,8-46,5

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder