2020-11-17 14:46

Hagstovan: Innflutningurin minkaði eitt sindur fyrstu 9 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Minkingin var 68 mió, ella 1%
Innflutningurin av brennievni er minkaður 200 mió. kr. Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí nøgdin er vaksin eitt sindur. Vit hava eisini brúkt 93 mió. kr. minni upp á skip higartil í ár.
Tað er meira innflutt av rávøru til fiskavirking og eisini av vørum, sum fara til beinleiðis húsarhaldsnýtslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald