2021-11-16 17:22
Fyrstu 9 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 6,5 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innfutt enn í ár.
Innflutningurin til og við september er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 6,5 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 8,9% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11,6%.
Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 35% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.
Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 207 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 38%.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
Januar ??? september 2020/2021
januar ??? september | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 6.013,5 | 6.549,4 | 535,9 | 8,9 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 5.744,6 | 6.410,7 | 666,1 | 11,6 |
Til hav- og landbúnað | 386,0 | 445,4 | 59,4 | 15,4 |
Rávøra til fiskavirking | 327,7 | 385,1 | 57,4 | 17,5 |
Til byggivirki | 663,8 | 604,8 | -59,0 | -8,9 |
Til aðra framleiðslu | 1.361,9 | 1.418,7 | 56,8 | 4,2 |
Maskinur o.o. útgerð | 543,3 | 749,9 | 206,6 | 38,0 |
Brennievni o.t. | 732,0 | 987,4 | 255,4 | 34,9 |
Bilar o.o. flutningsfør | 409,1 | 401,2 | -7,9 | -1,9 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.320,8 | 1.418,1 | 97,4 | 7,4 |
Skip, flogfør o.t. | 268,9 | 138,7 | -130,2 | -48,4 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald