Hagstovan:
Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,7 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innfutt enn í ár.
Innflutningurin til og við august er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,7 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 8,4% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11%.
Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 30% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.
Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 194 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 39%.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 8% meira er innflutt av hesum vørum.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
Januar ??? august 2020/2021
januar ??? august | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 5.288,5 | 5.735,1 | 446,6 | 8,4 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 5.041,7 | 5.596,6 | 554,9 | 11,0 |
Til hav- og landbúnað | 339,5 | 392,0 | 52,5 | 15,5 |
Rávøra til fiskavirking | 299,7 | 320,6 | 20,9 | 7,0 |
Til byggivirki | 576,7 | 532,1 | -44,7 | -7,7 |
Til aðra framleiðslu | 1.180,3 | 1.225,9 | 45,6 | 3,9 |
Maskinur o.o. útgerð | 492,9 | 686,6 | 193,6 | 39,3 |
Brennievni o.t. | 636,6 | 827,9 | 191,3 | 30,1 |
Bilar o.o. flutningsfør | 353,2 | 359,2 | 6,0 | 1,7 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.162,8 | 1.252,4 | 89,7 | 7,7 |
Skip, flogfør o.t. | 246,7 | 138,5 | -108,3 | -43,9 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald