Vinna

Innflutningurin bara øktur við 3%

...

2015-03-02 20:10 Author image
placeholder

 Innflutningurin av skipum og flogførum minkaði nógv í 2014. Bæði í 2012 og 2013 var óvanliga stórur innflutningur í hesum vørubólki. í 2012 innfluttu vit skip og flogfør fyri 1,3 milliardir kr. Hetta minkaði niður í góðar 800 milliónir kr. í 2013 og aftur niður í 224 milliónir kr. í fjør.

Hetta hevur eisini stóra ávirkan á samlaða innflutningin. Har er ein minking á 7%, men um vit ikki taka skip og flogfør við, so er ein vøkstur í innflutninginum á 3%.

Príslækkingin á olju sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningurin av brennievni er minkaður 9% í virði, meðan nøgdin er minkað áleið 2%.

Størsta vøksturin finna vit í maskinum og amboðum. Í hesum bólki er innflutningurin helvtina størri í 2014, samanborið við 2013. Ein stórur partur av hesum vøkstri er orsakað av teimum vindmyllum, sum komu til landið í fjør.
Hendan økingin eigur, um tað riggar sum tað skal, at síggjast aftur í minkandi oljuinnflutningi komandi árini, tá vindmyllurnar rættiliga eru farnar at framleiða streym.

Eisini er vøkstur í innflutningi av tilfari til vinnuna. 12% vøkstur av byggitilfari og 5% vøkstur av tilfari til annan ídnað.

Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu vaks 6% í fjør. Aftaná 2007 minkaði innflutningurin í hesum bólki nógv fram til 2011. Síðani er innflutningurin vaksin eitt sindur á hvørjum ári, men enn er minni innflutt av hesum vørum, samanborið við 2007.

Innflutningurin av tilfari og útgerð til vinnuna minkaði eisini nógv eftir 2007, men har er vøksturin gingin skjótari, og í 2012 varð meiri innflutt til vinnuliga nýtslu enn í 2007. Í fjør vórðu innflutt fyri 17% meiri enn í 2007 av tilfari til vinnuna.

Eisini tá vit hyggja longur aftur, síggja vit, at tann vinnuligi innflutningurin sveiggjar munandi meiri enn innflutningurin til húsarhaldini.

 

Dagførd og útgreinað hagtøl um innflutningin eru tøk í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder