JN

Innangarðsútskifting í Kvívík

...

2016-12-09 09:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár mikukvøldið 07.12.2016 var kunnandi fundur um innangarðs útskiftingina, sum verður í Kvívík.

Á fundinum greiddu umboðini frá Umhvørvisstovuni frá, hvussu gongdin verður í málinum. Greitt varð frá, at í fyrstu atløgu skal arbeiði gerast, har jørðin neyvt skal skrásetast og eisini verður meting gjørd av hvussu góð jørðin er í teimum ymsu teigunum.
Umhvørvisstovan greiddi frá, at tað hevur stóran týdning, at eigararnir kanna eftir um rætta navnið er á matriklinum og somuleiðis um mørkini á kortinum eru røtt. Listar við nøvnum og korti eru á kommunuskrivstovuni og eru eigararnir vælkomin inn á gólvið, at eftirkanna um rætt er skrásett. Tilfarið liggur eisini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovunihttp://www.us.fo/Default.aspx?ID=13850

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder