JN

Ímillum fupp og fakta

...

2018-09-28 06:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gransking.fo: Tað finnast ongir sannleikar ??? bara tulkingar. Soleiðis segði týski heimspekingurin, Friedrich Nietzsche, langt áðrenn tað gjørdist modernað at tosa um fake news, tað post-faktuella samfelagið og ekkorúm í cyberspace. Menniskju hava altíð verið ósamd, og demokratiið snýr seg júst um at liva saman í friði og náðum, hóast vit eru ósamd um lívsins stóru og smáu spurningar. Tú hevur tíni virðir ??? og eg havi míni. Tú hevur tíni sjónarmið ??? og eg havi míni. Hinvegin byggir øll okkara útbúgvingarskipan á ta fatan, at vísindi og gransking slóða fyri nýggjari vitan, sum gevur okkum eitt felags grundarlag at standa á. Men er øll vísindi ikki svikalig? Hví skulu vit hava álit á gransking, tá granskarar eisini eru ófullkomin menniskju, sum mangan hava mistikið seg? Finst nakar objektivur sannleiki? Finnast nøkur fakta, sum øll rætthugsandi menniskju eiga at góðtaka?

Fríggjadagin kl. 15.00 fara tveir granskarar á Fróðskaparsetri Føroya, Magni Mohr og Heini í Skorini, at skifta orð um vitan og vísindi í Føroyum anno 2018. Rógvi Olavson, journalistur, fer at halda teir til eldin og prika teir eitt sindur.

Hetta tiltakið er partur av Vísindavøkuni 2018, sum verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 28. september.

Tiltakið byrjar kl. 15 við móttøku við øli og sodavatni frá Føroya Bjór og Ocean Spaghetti frá TARI ??? Faroe Seaweed.

Síðani verður samrøðan millum Magna Mohr og Heina í Skorini á skránni.

Aftaná hetta verður handan av ársins Miðlaheiðursløn fyri almenna miðling av gransking. Ein dómsnevnd hevur viðgjørt innkomnu uppskotini og mett um, hvør skal hava heiðurin í ár. Saman við heiðursbrævi fær móttakarin 5.000 kr.

Les meira um Vísindavøku á:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2018/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder