JN

Íbúgvar í Miðvági hava onki vatn í morgun

...

2016-06-27 08:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ein feilur á pumpustøðini við Leitisvatn gjørdi, at onki vatn kom niðan til reinsiverkið í Miðvági. 

Í morgun var tí lítið og onki vatn, tá fólk í Miðvági skuldu gera seg klár til eina nýggja arbeiðsviku.
Feilurin er nú rættaður og systemið koyrir sum tað eigur.
Væntast kann tó, at tað ganga nakrir tímar, áðrenn vanlig vatnnøgd verður í kranunum.
Vit heita á borgararnar um at halda okkum til góðar, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder