2021-02-09 10:50
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at gera grundøkið á Kolshjøllum byggibúgvið, og er hetta arbeiðið komið so mikið áleiðis, at klárt er at fara undir sjálva íbúðarbyggingina.
Talan verður um 7 lyklaklárar íbúðir, sum eru 95m2 til støddar og verða klárar at taka í nýtslu í 2021/22.
Tað var annars 25.juni 2020, at freistin fór at lata inn uppskot til íbúðarbygging á Eiði.
Tað er Sp/f Búð, sum eigur verkætlanina.
Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu, at vit kunnu bjóða fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, og er íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum ein liður í hesum.
Meira kann fáast at vita um verkætlanina við at venda sær til Sp/f Búð á telefon +298 289564, +298 213564 ella við teldupost á [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald