BankNordik hevur sett sær eitt nýtt og meira framsøkið mál um minking avCO2-útláti, sum inniber, at beinleiðis útlátið í 2025 skal vera komið niður á 0.
Í 2020 fór BankNordik undir at máta orkunýtsluna og CO2-útlátið, ið stavar frá virkseminum hjá samtakinum. Í tí sambandi setti leiðslan sær sum mál at minka samlaða CO2-útlátið hjá samtakinum við 50% í 2025, og ein ítøkilig ætlan varð løgd fyriat røkka málinum. Eitt nú skulu allir bilarnar hjá samtakinum skiftast út við elbilar,og oljufýringar skulu leggjast um til grønar orkuskipanir.
Framdu tiltøkini hava gjørt munTiltøkini, ið eru sett í verk, hava tó longu munað so mikið væl, at samtakið hevurendurskoðað upprunaliga málið og sett sær eitt nýtt mál. Sostatt verður nú arbeittfram ímóti at minka samlaða CO2-útlátið við 70% og at fáa beinleiðis útlátið niður á0 í 2025. Tað krevur, at samtakið í 2025 skal vera hildið uppat at brúka olju til athita bygningar og brennievni til bilar.
???Sum eitt sterkt fíggjarsamtak hava vit bæði ábyrgd og møguleika at stuðla undirgrøna orkuskiftið. Tí leggja vit dent á, at okkara egna virksemi skal taka atlit til umhvørvið, og nú hava vit sett okkum eitt nýtt og meira framsøkið mál um minking avCO2-útlátinum. Tað er tó í dagliga sambandinum við okkara kundar, at vit av álvarakunnu gera mun. Okkara størsta íkast til grøna orkuskiftið er tí at gera tað bíligari ???og harvið lættari ??? hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir, tá ið stórarfíggjarligar avgerðir í sambandi við bústað og bil skulu takast,??? sigur Árni Ellefsen,forstjóri í BankNordik.
Hann leggur samstundis dent á, at tað hevur alstóran týdning, at SEV sum ætlaðfer at veita grønari streym komandi árini, um meiri ferð av álvara skal koma ágrøna orkuskiftið í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald