2016-12-20 11:38

Eini sethús Uppi í Húsi í Miðvági fingu skaða av eini hvirlu seint í morgun. ??ttin var sunnan ella útsynningur sunnan, sum kann geva harðar hvirlur í Miðvági, hvirlan rakti vestara endan av húsinum og skræddi part av klædninginum burtur.
Fólk frá sløkkiliðnum í Vága kommunu kom skjótt á staðið og fekk tryggjað klædningin, so ikki størri skaði hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald