Lógvatak 2013
Fríggjakvøldið 8. november var á fyrsta sinni skipað fyri tiltakinum ???Lógvatak???. Endamálið við tiltakinum er at skapa eitt samskiftisforum hjá teimum, sum eru rundan um kappingarnar í fremstu deildunum ??? og harvið møguleika fyri samstarvi arbeiði móti felags málum ??? hondbóltinum at frama. Bodnir við til venjaralógvatakið vóru venjarar í Atlantic Airways og Elektron deildunum og eisini dómarar. Á skránni vóru fleiri upplegg, m.a. framløga av HSF visjónini, hvussu uppliva dómarar venjarar, skemt o.a. Eftir uppleggini var lívligt orðaskifti, sum Tróndur Arge, fjølmiðlamaður, helt stýr á.
HSF-visjónin
Eftir at nýliga dagførda HSF-visjónin var framløgd fyri luttakarunum, var orðaskifti og komið var fram til at mæla starvsnevndini at leggja áherðslu á hesi mál:
- HSF eigur at seta um krav, venjarar, sum venja lið í yngri deildum, í minsta lagi hava venjaraútbúgving, sum er á grundstøði.
- HSF eigur at halda fast um talentvenjingarnar, sum nú eru byrjaðar og ikki at sleppa endanum, tá ið tíðarskeiðið við Flemming Oliver Jensen er úti komandi vár
- HSF eigur at leggja dent á at breiða hondbóltsspælið út, m.a. halda fast um U8 kappingar, fyriskipa t.d. street handball, hondbólt í skúlum osfr.
Onnur viðurskifti, sum vórðu tikin fram:
- Vit eiga halda fokus á kappingarnar og ikki gera ov nógvar broytingar
- Meiri fíggjarlig orka í hondbóltin
- HSF má seta greið mål at arbeiða fram í móti
- Fleiri høllir mugu koma í Føroyum
- seta fokus á menningina hjá leikarunum eftir U12
- U16 og U18 landsliðini mugu hava avbjóðingar hvørt ár
- A-landsliðini eiga altíð at hava uppgávur
- Skil má fáast á dómaraspurninginum
- HSF má hava virknar undirnevndir
- Skipað eigur at verða fyri hondbóltskappingum í skúlunum
- HSF má hava sterkari umsiting, meiri fólk at gera uppgávurnar
- HSF visjónin er ov breið, HSF eigur at melda út nøkur fá satsingsøki
- D??MARAR N??
Hvussu uppliva dómarar venjarar?
Dánjal Samuelsen hevði fingið avbjóðingina at siga okkurt um henda spurning. Hann greiddi frá, at hann hevði valið millum at hyggja afturlítandi og taka ymist fram, sum verið hevur ??? ella at hyggja frameftir og seta fokus á, hvussu dómarauppgávan kann útinnast betri og mennast. Dánjal valdi seinna møguleikan og sigast má, at hann hevði eina framúr framløgu, sum var bæði upplýsandi, vitug og ikki minst sjálvransakandi, við boðskapi um eyðmýkt fyri lærdómi. At henda framløga rakti í plett, bar fagnaðurin aftaná týðiligt boð um.
Hvussu uppliva tíðindafólk venjarar?
Tróndur Arge greiddi stutt frá um sínar upplivingar sum tíðindamaður við hondbóltsfólki. Og hann hevði alt gott at bera, bæði venjarar og leikarar vóru góðir at hava við at gera og tað stóð ikki á at fáa tey til at stilla upp til samrøður.
Seinast á skránni var skemt, har ein upptøka við Hera Simonsen varð spæld av.
Samanumtikið kann sigast, at tiltakið ???Lógvatak??? var væl móttikið og semja var um at tað skal endurtakast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald