2021-02-10 22:58
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Føroysku ungdómslandsliðini skulu taka lut í spennandi EM-kappingum komandi summar. Í dag var lutakast í Wien til EM-kappingina hjá U17- og U19-landsliðunum hjá kvinnum. Bæði liðini hava fingið ein spennandi bólk, har okkara hava møguleikar at gera seg galdandi.
Lutakastið:
EHF Championship ??? U17 kvinnur
Tbilisi, Georgia, 7.-15. august 2021
Bólkur A: Niðurlond, Ukraina, Georgia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, Luksemborg
Bólkur B: Serbia, Italia, Føroyar, Ísrael, Estland
EHF Championship ??? U19 kvinnur
Skopje, Makedonia, 10.-18. juli 2021
Bólkur A: Ísland, Pólland, Hvítarussland, Finnland, Stóra Bretland
Bólkur B: Niðurlond, Føroyar, Norðurmakedonia, Kosovo, Bosnia Hersegovina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald