Ítróttur

HSF: Dómaraskeið verður mikukvøldið 25. sept.

...

2013-09-23 14:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??tsetta dómaraskeiðið verður í ÍSF-húsinum komandi mikukvøld 25. sep kl. 19.00. Dentur verður lagdur á grundleggjandi hondbóltsreglur, eins og vanliga dómarapraksis. Skeiðið er bæði fyri nýggjar, komandi dómarar og tey, ið ynskja at uppfríska reglar og praksis.

Tað er Dómaranevndin saman við HSF, sum stendur fyri tiltakinum. HSF vónar, at feløgini bakka upp um átakið og senda fólk til skeiðið. Vit ásanna, at átrokandi tørvur er á nýggjum og yngri dómarakreftum til kappingina í vetur.

Tilmelding fer fram við at ringja til 289669 ella við telduposti til [email protected] í seinasta lagi mikudagin 25. sep. kl. 12.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder