2. deild hjá sÍF hevði í kvøld vitjan av EB. EB førdi allan dystin ag vann eisini trygt 31-26 eftir hálvleiksstøðuna 11-16. Sum úrslitið sigur, so var EB eisini tað betra liðið, men SÍF-mennirnir høvdu eisini góðar løtur og komu uppá 17-19 í 8. minutti í seinna hálvleiki, men so datt alt sundur hjá SÍF liðnum - EB kom uppá 18-26 og dysturin var avgjørdur - haldi at onkur skeiv útskifting var orsøkin til, at munurin gjørdist so stórur.
SÍF: Brandur Sjúrðason, Eli F. Nielsen 6 mál, Uni F. Nielsen, Bjarni Dalsgaard, Jóanis Albert Nielsen 4 mál, Hørður Johansen 4 mál, Pall ??lavsson, Hans Otto Samulsen, Jóan Hendrik Ellefsen 6 mál, Jákup G. Joensen 6 mál, Sigurð Fríði Fróðason og Regin Jørgensen eina útvísing.
EB: Áki Ellendasen, Arnbjørn Hansen 12 mál, Gert Hansen 14 mál, Brian Olsen, Rói Olsen 1 mál, ??lavur Ejdesgaard 1 mál, Leivur Petersen 1 mál og Arnar Dam 2 mál.
Støður:
5. min. 1-2
10. min. 2-4
15. min. 4-4
20. min. 5-9
25. min. 7-11
30. min. 11-16
35. min. 13-18
40. min. 17-20
45. min. 18-24
50. min. 20-27
55. min. 23-28
60. min. 26-31
Dómarar: Høgni H. Joensen og Álvur Samuelsen.
Áskoðarar 70.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald