Til dystirnar hetta vikuskiftið hava vit fingið tveir venjarar í bestu deildinum at meta um komandi dystir. Teir báðir sum meta um dystirnar hesaferð eru Jónleif Sólsker venjari hjá Altantic Airways liðnum hjá StÍF, og Pauli Joensen venjari hjá Elektron liðnum hjá StÍF.
Jónleif væntar í Atlantic Airways deildini, at dysturin í Havn, har Kyndil tekur ímóti H71 fer at vera tættur, men at Kyndil vinnur dystin. Í Vestmanna væntar hann, at Team Klaksvík ikki fær nakran serliga lættan dyst, men at VÍF vinnur trygt. Hann roknar eisini við, at KÍF vinnur ein tryggan sigur á Neistanum
Pauli væntar, at at Neistin tekur bæði stigini við til Havnar aftur úr Klaksvík, tá ið Stjørnan tekur ímóti teimum, men Stjørnan kann yvirraska. Tá VÍF tekur ímóti VB væntar hann, at bæði stigini vera eftir í Vestmanna.
Kyndil ??? H71 (Atlantic Airways deildin) klokkan 15:00 leygardagin.
Dysturin millum Kyndil og H71 verður ein spennandi dystur. Liðini hava bæði tapt seinasta dyst tey hava spælt, men sera tepurt. Tí vænti eg, at tað verða tvey sera uppsett lið, sum koma á vøllin leygardagin. Kyndil skal rættað uppá tann rótuta dystin, teir spældu móti StÍF. H71 skal koma yvir tað, at teir vóru á odda allan dystin móti VÍF og taptu í síðstu sekundunum. Eg vænti, at dysturin verður tættur og intensur, har liðini fara at fylgjast til tað síðsta. Vænti tó at Kyndil fer at toga sigurin heim.
Stjørnan - Neistin(Elektron deildin) klokkan 18:00 leygardagin.
Hóast Stjørnan á heimavølli vann á VB, og VB á heimavølli vann á Neistanum, so talar alt fyri at Neistin má metast sum rímuliga stórur favorittur, men um Stjørnan hevur báðar tær útlendku leikararnar við, so kunnu tær kanska kløkka.
VÍF - VB (Elektron deildin) klokkan 14.30 sunnudagin.
Hetta er ein dystur, ið er meiri opin, serliga aat tí VÍF higartil ikki hevur fingið tey úrslit, ið nógv mettu við kappingarársbyrjan. VB liggur á stigastalvuni frammanfyri VÍF, men eg meti tó VÍF sum liðið, ið eigur at fara við sigrinum.
VÍF - Team Klaksvík (Atlantic Airways deildin)klokkan 16:00 sunnudagin.
VÍF fekk eina ringa byrjan uppá kappingina, men teir hava nú fótað sær. Teir hava eitt lið við góðum leikarum á øllum plássum. Team Klaksvík hevur eitt rímiliga gott lið. Eg metið, at teir eru ikki mentir at gera nakað við VÍF hetta vikuskiftið. VÍF hevur fingið vind í seglini, og teir vinna dystin trygt.
KÍF - Neistin (Atlantic Airways deildin)klokkan 16:00 sunnudagin.
Neistin fekk eina flúgvandi byrjan uppá kappingina. Flestu av okkum vóru eitt sindur bilsin av, at teir bæði vunnu H71 og Kyndil. Síðsta vikuskiftið møttu teir VÍF, og tá vórðu teir setti uppá pláss. Hetta vikuskiftið møta teir KÍF, og skulu rætta uppá stórtapið móti VÍF. Kíf spældi ímóti StÍF mikukvøldið og vant burturúr StÍF. KÍF hevur fingið Tony Weyhe aftur í verjuna, tað var tíðiligt, at verjan var nógv batnað. Afturat tí hava teir málmenn, sum kunnu verða alt avgerandi tá harðast leikar á. Eg metið ikki, at Neistin ger nakað við KÍF sunnudagin. KÍF hevur fingið smurt maskina, nú koyrir tað fyri teir. KÍF vinnir dystin trygt.
Sí eisini >>Toppskjúttarnir í fremstu deildunum í hondbólti<<
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald