Mentan

Homluland - Har børnini spæla sum fyrr

...

2015-07-16 16:28 Author image
placeholder

??lavsøkuróðurin skal savna familjuna á ólavsøku. Tí hevur Áhugafelagið ólavsøkuróður skapt Homluland, sum er eitt 1000 fermetra stórt, ókeypis barnaland á bryggjuni við Havnarskrivstovuna, beint við har bátarnir koma á mál.


Homluland er ókeypis og lærandi
Í Homlulandi spæla børnini sum í gamlar dagar og sleppa at fordjúpa seg. Tey læra at bregda, tey perla, klattra, hoppa band, lakka paradís, ganga á stúltum, krita, blása sápubløðrur og annað mangt.

Í Homlulandi eru eisini kappróðrarbátar til børnini at rógva í, og nøvn standa á lutunum í einum av bátunum, so at børn og vaksin kunnu læra seg saman. Júst sum í føroyska bátinum er eingin elektronikkur í Homlulandi. Einans rátt tilfar, hugflog og handakraft.

Kristian Blak og spælimenninir hava barnakonsert frá kl. 15 til 17
Í Homlulandi sleppa børnini eisini at syngja og lurta eftir tónleiki, og frá kl. 15 til 17 fara eingir aðrir enn spælimenninir við Kristiani Blak at hava konsert fyri børnunum. Sjálvandi við akustiskum ljóðførum sum klaveri, floytum og fiólum, tí spælimenninir halda seg til stílin í Homlulandi. Einki lekstet!

??ll børnini fáa gullmedalju
Í Homlulandi sleppa øll børnini at gera sína egnu gullmedalju at hava um hálsin. So eru øll við, og ein snildur hjávinningur við medaljuni er eisini, at missa foreldrini barnið burtur í fjøldini, er skjótt at finna tað aftur, tí á medaljuna verða navn barnsins og eitt telefonnummar skrivað, so lætt er at føra barn og foreldur samanaftur. Á bryggjuni verður eisini frásøgumaður, sum kann rópa navnið á barninum upp, um so er.

??keypis barnavognaparkering
Homluland hevur eisini barnavognaparkering, so at foreldur kunnu seta vognin frá sær á tryggum stað, um tey hava hug at koma smidligari fram á bryggjuni. Sum alt annað í Homlulandi er barnavognaparkeringin ókeypis.

Fakta um Homluland
Hvar: Sunnan fyri havnarskrivstovuna.
Nær: 28. juli kl. 13.00-17.30.
Kostnaður: Alt er ókeypis.
Aldursmark: Einki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder