2014-10-10 23:21
Høgiklettur siglir inn við 460 tonsum av sild, sum teir hava fiskað norðanfyri á uml. 64N og 1V. Høgiklettur skal landa í Kollafirði, teir verða á Kollafirði kl. 22 í kvøld. Teir hava samtrolað við Tummas T. hendan túrin.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, tað er góð sild teir hava, støddin liggur um 370 gramm.
Tað hevur viðrað illa hendan túrin, áhaldandi høgættin hevur viðført at sildin hevur staði spjødd, tí er ikki nógv komið burturúr.
Á feltinum eru øll tey føroysku skipini, umframt okkurt íslenskt og okkurt russiskt skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald