2018-09-08 18:46

Um 9 tíðina í morgun koma Høgaberg á Fuglafjørð við makreli, sum skal landast til Pelagos. Høgaberg bíðar at sleppa framat at landa til liðugt er at landa Tasiilaq, sum landar makrel til Pelagos.
Høgaberg hevur sum hini skipini roynt á makrelfeltinum norðanfyri Føroyar. Høgaberg hevur henda túrin fiska góð 650 tons av makreli.
Tá ið liðugt er at landa Høgaberg sleppir Hoyvík framat at landa, og tað verður væntaði í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald