2015-01-20 23:51
Íslendski svartkjaftabáturin Hoffell, sum hevur fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi, fór í nátt at sigla við 1.600 tonsum, sum teir skulu landa til Loðnuvinnsluna á Fáskruðsfirði. Hoffell er komin norður um Føroyar og verður í Íslandi í morgin.
Loðnuvinnslan hevur higartil tikið ímóti 6.300 tonsum av svartkjafti í ár. 5.300 tonsum frá Finni Fríða og Trónda í Gøtu og 1.000 tonsum frá Hoffell.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald