Vinna

Hiddenfjord setur 840.000 smolt út á Sørvági

...

2021-01-29 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í hesum døgum setur Hiddenfjord smolt út á Sørvági. Hesa útsetuna setur Hiddenfjord 840.000 smolt út, við eini miðalvekt á 640 gramm.

Smoltini verða koyrd við tangabilum av smoltstøðini á Fútakletti til Bíggjar. Harfrá er eitt 1370 m langt rør, sum leiður smoltini beinleiðis út í ringarnar. Á rørinum eru bæði iltmátingar og ilting. Hetta er ein sera skynsamur útsetingarháttur fyri smoltini, sum Hørður Wardum úr Kirkjubø hevur ment og veitt Hiddenfjord.

At byrja við skal fiskurin ganga í ringum innanfyri Múlan (innanfyri flakan), men í vár skulu ringarnir flytast út um múlan, í meira streym og aldu. Hetta er gott, bæði fyri laksin og fyri umhvørvið.

??tlanin er at taka laksin, tá ið hann er uml 5-6 kg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder