Vinna

Hetlendingar spæla hund - Finnur Fríði má bíða í 7 tímar

...

2014-12-05 02:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Munur er á grannum - grannarnir fyri sunnan (Hetland) spælir hund við føroyskar fiskimenn og heldur teir fyri tað turra spott, ímeðan íslendingar standa á høvdinum, fyri at alt skal ganga so lætt og gott, tá ið tað viðvíkir føroyingum.

JN.fo tosaði umborð á Finn Fríða fyri løtu síðan. Teir komu á makrelfeltið vestur úr Foula í nátt, men byrjaðu ikki at fiska fyrrenn í morgun, teir hava 1.300 tons av makreli og eru nú liðnir við makrelkvotuna. Teir hava fingið boð, um at koma inn í Lervick til tjekk, Finnur Fríði verður í Lerwick á middnátt, men boðini frá eftirlitisfólkunum í Hetlandi eru, at teir múgu bíða til kl. 7 í morgin til elftirlitisfólkini koma at hyggja eftir veiðuni. - Slíkur framgangsháttur er út um alt mark (Jóanis)

Finnur Fríði verður væntandi leysur í Lerwick kl. 8 í morgin. Teir skulu á Tvøroyri við lastini, teir verða tískil ikki á Tvøroyri fyrrenn kl. 20 fríggjakvøldið.

Tað er hampuligt veður á leiðini har Finnur Fríði hevur roynt, nú er bara Tróndur í Gøtu á makrelfeltinum.

Uppd. kl. 22.51  Vit hava júst nú frætt frá Finni Fríða, teir verða avgreiddir beinanvegin teir koma inn, hava teir frætt nú. 

T.v.s. at teir verða á Tvøroyri um middagin í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder