
Nú komu boðini, at Trúboðin ogRithøvundurin Zacharias Zachariassen er farin um sýnuna. Zacharias andaðist á Landssjúkrahúsinum seinnapartinmánadagin 21. august, har hann hevur ligið seinastu vikurnar. Zacharias rundaðitey 82 árini 6. august. Hann náddi kempualdurin, og er tann fyrsti av heiltíðartrúboðaruminnan brøðrasamkomuna í Føroyum, sum hevur nátt tey áttati.
KALLIÐ
ZachariasZachariassen var fagliga útlærdur sum rørleggjari, men hetta gjørdist ikkihansara lívsstarv, tá hann tíðliga í lívinum kendi kallið at halga sítt lív ogsínar náðigávur í Harrans verki burturav. Zacharias sigur sjálvur í einiútvarpssamrøðu, at tá hann varð greiður yvir, at ynskti bróður hansara eisinivar deyvur, eins og fimm onnur av hansara systkjum, so fór hann at hugsanógv um, at sjálvur hevði hann fingiðallar sansirnar. Hetta gjørdist hansara kall, at hann átti at brúka hesagávuna, sum flestu av hansara systkjum ikki áttu, at tala Guds orð.
FAMILJA
Zacharias erføddur og vaksin upp í Mortanstovu í gamla bygdalagnum í Norðagøtu. Hann eitureftir abbanum í Gøtu, sum var bóndi og kallaðist Zacharias Zachariassen. Foreldrinivóru Malena og Jákup Zachariassen. Pápin var úr Norðagøtu, meðan mamman var úrRunavíkini og var dóttur Hans Tausen, sum var fyrsti niðursetimaður íRunavíkini. Malena og Jákup fingu 7 børn, har Zacharias var elstur.
Zacharias vargiftur Lis, sum er úr Klaksvík, og tey búðu í barndómsheiminum hjá Zacharias. Børninieru Dánjal, Jákup, Jógvan, Arni og Pætur. Barna- langabbabørnini eru í alt 15.
LÍVSYRKI
ZachariasZachariassen hevur talað og undirvíst í Guds orði í Føroyum og uttanlands í 56ár. Men hann hevur ikki bara talað, hann hevur eisini verið ein virksamurrithøvundur í fleiri ára tíggir. Saman við bróðuri sínum, Flóvin, stovnaði hann blað- og bókaforlagið Leirkerið, sum hevur givið útblaðið Leirkerið og eitt stórt tal av kristiligum bókum, har hann sjálvur errithøvundur av fleiri av bókunum.
SÁLMASKALDIÐ
Eisini hevurhann skrivað og týtt eitt stórt tal av sangum og sálmum. Í nýggju sangbókinihjá Brøðrasamkomuni, sum kom út í 2015, eigur Zacharias ikki færri enn 122sangir. Hann hevur m.a. skrivað sangirnar: Gud,tú gavst tín Son at frelsa meg - Eg sum lítil piltur gekk í sunnudagsskúla - Ungahjarta mítt vanst tú, á, Harri - og tað var Zacharias, ið gav okkumheimskenda sangin hja John Newton ???AmazingGrace??? á føroyskum.
Høvuðsbókaverkiðhjá Zacharias, vil onkur meina, er bókin ???Bíblian á føroyskum í hálva øld.??? Bókin er ein saklig ritgerð umbíbliutýðingina hjá Victor Danielsen, har Zacharias loysir úr lagdi ogdokumenterar nógv, sum ikki áður hevur verið kent av almenninginum. Tí hevuronkur komplimenterandi sagt, at Zacharias átti at fingið doktaraviðurkenningfyri bókina.
LÍVSK??SINSETT
Zachariaskom til persónliga trúgv á Jesus Kristus sum ungur tannáringur, tá hann tosaðivið pápa sín um hesi viðurskiftini. Tað var hetta vendipunkti í lívi hansara,sum varð startskotið til hansara lívsleið.
Sum 23 ára gamal í 1958 fór hann á bíbliuskúlan, Moorlands BibleCollege, sum liggur í Suður Onglandi. Har læs hann í trý ár teologi, bíbliuyvirlit,kirkjusøgu, missiónssøgu og onnur viðkomandi evnir, og varð so statt væl fyri bæðiandaliga og akademiskt, tá hann kom aftur til Føroyar í1961, og byrjaði at virka sum ferðandibíbliuundirvísari og evangelistur millum brøðrasamkomurnar í Føroyum.
BÍBLUSKEIÐÍ ZAREPTA
Í samfull 50 ár hevur Zacharias á hvørjum árið bjóðað til bíbliuskeið íZarepta, sum hvørt ár hevur hevur verið fult teknað, og hann hevur altið veriðvið sjálvur, har hann ótroyttiliga hevur havt bíbliutímar. Í fjør segðiZacharias frá sær ábyrgdina av bíbliuskeiðinum, tá hann gav leiðsluna víðaritil Símun Pætur á Torkilsheyggi, sum fyri fyrstu ferð í fjør hevði ábyrgdina avbíbliuskeiðinum. Áðrenn Zachariasgjørdist sjúkur hevði hann ætlanir at vera við á bíbliuskeiðinum í ár, sumbyrjar sunnudagin 27. august, men so skuldi ikki vera. Zacharias verðurjarðaður dagin fyri sum bíbliuskeiði byrjar, leygardagin 26. august.
ZACHARIASOG BRYNLEIF
Hann stóð undir liðini á Brynleifi Hansen, sála, tá hesin byrjaðibarnalegurnar við Áir í 1965 og tá Zarepta varð bygt í Vatnsoyrum fyri 50 árum síðani í 1967. Brynleif átti í Zachariasi ein hollan vin ogstuðul, sum eisini kom til sjóndar, tá Brynleif so brádliga varð tikin burturog Zacharias mátti taka eina enn størri ábyrgd í Zarepta. Zachariassegði mangan, at hann líknaði vinarbandið millum hann og Brynleif viðvinarbandið millum Dávid og Jónatan - ognú eru teir aftur saman!
Kistan fer av Landssjúkrahúsinum fríggjadagin kl.17:00 Jarðarferðinverður leygardagin 26. august úr Filadelfia í Gøtu kl.13:00 Tey, sum viljaminnast Zacharias, kunnu lata eina gávu til Zarepta. Konta í peningastovnunum.
Kristiliga Tíðindatænastan vil sínasamkenslu við familjuni, ið sita eftir við sakninum, og ynskir Guds frið ogsigning yvir minni eftir Trúboðaran og Rithøvundan Zacharias Zachariassen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald