2026-04-03 18:30
Tað er manskórið Garpar, sum hevur bjóðað Klaksvíkar Manskóri á vitjan og koma bæði kórini at framføra hetta kvøldið. Talan er bæði um vakran kórsang og lættari sangir.
Síðsta ár bjóðaði Klaksvíkar Manskór Gørpum til Klaksvíkar og fyri fullum sali í Varpinum, framførdu hesi kór fyri norðoyingum. Nú er løtan komin at hava eina konsert í Sørvági.
Fyrireikarnir vóna at vágafólk taka væl undir við hesum tiltalki, sum verður í nýggju og stásiligu Messuni í Sørvági.
Øll eru hjartaliga vælkomin og er tiltakið sum sagt ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald