Ítróttur

Henrik Gerster metir um dystin KÍF - H71

...

2013-12-21 04:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit hava fingið Henrik Gerster at meta um dystin KÍF - H71, sum verður leiktur í Kollafirði kl. 16 í morgin

Henrik Gerster:

Eg vænti dysturin millum KÍF og H71 verður ein sera javnur dystur, har H71 skal hava stig, fyri ikki at holið millum annað og triða pláss verður alt ov stórt. Samstundis er tað ein sera løgin dystur fyri KÍF, har teir sjálvir kunnu avgerða, hvat lið teir vilja í bólk við í steypakappingini, sum byrjar í janurar. Tað er jú avgjørt hvat lið nummar 1 skal møta, og hvat lið nummar 2 skal møta. men um eg kenni Jakob Jónsson rætt, so spæla KÍF altíð fyri at vinna, tað vænti eg eisini at teir gera til dystin í morgin, har teir fara at royna at fáa eitt gott úrslit. KÍF vístu í farnu viku, at teir hava eitt ótrúliga gott lið - tá spældu teir ímóti Neistanum, har vóru spælarar skaddir, sum Andrias Nielsen og Hans Eli Sigurðbjørnsson. Eg rokni við, at KÍF vinna seinasta dystin í ár við 3-6 málum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder