Mentan

Hendingar í Føroyum undir seinna heimsbardaga, framhald

...

2015-08-16 15:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftirsum tit nú hava eitt museum til lutir o.a. frá seinna heimsbardaga, so hevði tað eisini verði áhugavert at hava eina goymslu um hendingar, sum fólk um oygjarnar hava uppliva og skriva niður. Eg fari at skriva um eina hending sum eg hevði í 1941.

Tá ið luftkanónirnar á Skálalandinum á Skálafirði skutu eftir Sofus Poulsen og abba í

Gøtu, Dánjal, á Mýruni nevndur, Poulsen í Syðrugøtu.

Vit fóru frá húsum í Syðrugøtu tíðliga ein morgun á vetrar degi, niðan um fjall yvir í Boð, sum liggur millum Skipanes og Skálabotn, at bera torv oman frá ovaru krógv til

krónna niðri á bakkanum, so lættari varð at fylla sekkir til so at flyta teir við báti suður á Skipanes og so við lastbili til Gøtu. Ja nógv stríð var at fáa brenni tá ið tíðini.

Eg fylti leyparnar og abbi bar teir so oman á bakkan. Vit høvdu verið har um einar tveir tímar, tá hoyrdu vit buldur frá bumbum vestan fyri fjøllini og vit hildu at týskir flúgvarar kastaðu bumbur eftir vrakinum av ???Karolinu Torden???, ein finskur amerika fraktdampari, sum týskarar høvdu bumba, ímeðan hann lá við Nólsoynna, og hevði fingið loyvi at sigla, frá bæði týskarum og bretum, tí Finland var noytravlt, men teir

bumbaðu skipið og nøkur fólk doyðu, teir høvdu eisini nøkur ferðafólk umborð.

Minnist hesa hending væl tí eg búði í Havn tá og ???Streymur??? og aðrir bátar fóru út at bjarga fólkinum. So nógv fólk var komi oman á kaiuna at fregnast um tað sum hendi

og eg var ein teirra, at ambulansurnar illa kundu koyra, so róptu teir ???luftalarm??? og øll

mannamúgvan fór beinanvegin at renna niðan av kaiuni, sum um hetta mundi var sera

smøl, var bert breið nokk til ein lastbil at koyra eftir. Skipið bleiv illa brent og seinni sleipa norður í Sundalagið og sett á land. Nú hoyri eg ein flúgvara koma frá Gøtu yvir fjalli omanfyri har vit vóru staddir. So skjótt sum hann kom undan byrjaðu luftkanónirnar á Skála og Gjaranesi at skjóta eftir flogfarinum, sum helt sær nær jørðini og so byrjaðu kúlurnar at raka jørðina rundan um meg, eg rann so yvir til nakrar stórar steinar sum vit plægdu at kroka undir tá ið vit fingu okkum ein drekkamunn. Flogfarið fleyg so yvir um fjørðin og upp móti fjallinum Skála megin, og tá fóru luftkanónirnar Søldfaramegin eisini at skjóta eftir flogfarinum, sum so fleyg yvir til oljutangabátin, sum altíð lá har so at krígsskip kundu koma inn um næturnar at bunkra. Tá ið flogfarið kemur ímóti tangabátinum, skjýtur ???The Gunner??? sum altíð var á vakt umborð, móti flogfarinum og flogfarið skjýtur so aftur eftir tangabátinum, tað var øll skjótingin teirra millum. Seinni frætu vit at flúgvarin hevði dripið ???Gunnarin???. Flúgvarin kastaði bumburnar eftir tangabátinum og sjórokið var himmalshøgt og eg helt at tangabáturin var sokkin.

Men tá ið alt klárnaði aftur fleyt hann við sama lag. Skotið bleiv eftir týska flogfarinum út eftir fjørðinum. Minnist ikki um tað bleiv rakt.

Nú fari vit 20 ár fram í tíðina, eg eri á Umboðsstovu Føroya í Bretlandi, onkur bankar uppá hurðina og har stendur ein stórur eldri maður við fjallsstavið í hondini, sigur at hann er ein seyðabóndi úr Caithness, nærhendis Scrabster, hann hevði ein bróður sum var dripin í Føroyum undir seinna heimsbardaga og alt tey fingu at vita var við einum fjarriti sum segði ???Killed in action???. Spyr um eg kundi hjálpa teimum at fáa nærri upplýsingar um hendingina. Eg spurdi so um hann var ???in the Army???, nei the Navy

Svaraði hann. Eg spurdi so um hann var við patruljubátunum sum høvdu vakt runt um oyggjarnar. Nei hann var ???a gunner on an oil tanker??? svaraði hann. So løgi sum tað kann vera, so var tað beiggi hansara sum abbi og eg høvdu sæð týska flogfarið skotið

Og eg kundi so greiða honum frá hendingini at bróður hansara var ???killed in action???.

Hann takkaði fyri upplýsingarnar og segði at hann ikki var raskur maður og hevði eina

Systir.

Sofus Poulsen

Fyrrv. Umboðsmaður Føroya í Bretlandi.


Les eisini: Svensku krígsskipini á Skálafjørðinum í juni 1940 HER.

Les eisini: Skálafjørðurin 20. juni 1940 - HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder