Vinna

Helvtin av vøkstrinum í BT?? stavar frá fiskaalingini

...

2015-02-25 18:32 Author image
placeholder
WWW.Hagstova.fo skrivar:

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum, BT??, var slakar 14.7 milliardir krónur í 2013. Tað er ein góð milliard og 7,5 prosent meira enn í 2012. Av hesum vøkstri átti fiskaaling helvtina, 510 miljónir. Meðan hin helvtin stavar frá vøkstri í flestu øðrum vinnugreinabólkum, serliga í sjóflutningi, handli og byggivinnu.


Virðisøking skift á vinnugreinabólkar
Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og haraftrat meirvirðisgjald og aðrir vøruskattir.
Talvan omanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum, skift á vinnugreinabólkar 2010-2013.
Meir enn helvtin av vøkstrinum upp á góða milliard stavar frá munandi størri virðisøking í fiskaaling, sum meir enn tvífaldaðist, úr 369 miljónum í 2012 upp í 880 miljónir í 2013. Virðisøkingin í fiskaaling, sum minkaði bæði í 2011 og 2012, vaks í fjør væl upp um støðið í 2010. Men hesin vøkstur í ársins prísum er kortini ikki realvøkstur, tí so at siga allur vøksturin stavar frá hægri laksaprísum.

Virðisøkingin í fiskiveiði minkaði nakað í 2013, úr 1.366 miljónum niður í 1.337 miljónir. Afturgongdin í var størst í feskfiskaveiðuni, góð 17 prosent. Parturin hjá feskfiskaveiðuni av virðisøkingini í allari fiskiveiðuni er seinastu 10 árini minkaður úr umleið 55 prosentum niður góð 20 prosent. Í flestu øðrum veiðibólkum vaks virðisøkingin í 2013.
Virðisøkingin í matvøruídnaði vaks 4,6 prosent, nakað minni vøkstur enn í 2012. Tað var virkingin av uppisjóvarfiski, sum gjørdi allarmesta munin í 2013. Eisini annar ídnaður hevði framgongd í 2013. Og virðisøkingin í byggivinnuni vaks uppaftur á støðið í 2011 eftir eina minking í 2012 .
Vøksturin í almennari fyrisiting og tænastu var góðar 100 miljónir, 4,2 prosent. Hetta er nakað meir enn árini 2009-2012, men væl minni enn vøksturin mongu árini frammanundan. Miðalvøksturin í almennari fyrisiting og tænastu árini 1999-2009 var góður 7 prosent um árið.
Í øðrum tænastuvinnum vaks virðisøkingin 5,5 prosent í 2013. Her stavar vøksturin serliga frá sjóflutningi og handli. Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistihús og matstovur, flutningur og samskifti, fígging og trygging, kunningartøkni, fastognaumsiting og aðrar handilsligar tænastuvinnur.


Myndin omanfyri vísir virðisøkingina í fýra vinnubólkum sum partur av virðisøkingini samanlagt.
Árini 1998-2002 var íkastið frá tilfeingisvinnum um 20 prosent. Í 2003 minkaði hesin partur niður á støði um 15 prosent, og aftur í 2008 minkaði parturin, niður á sløk 12 prosent. Men við ógvisliga vøkstrinum í uppsjóvarveiðini og vøkstrinum í fiskaaling hevur íkastið frá tilfeingisvinnunum verið omanfyri 15 prosent síðan 2010.
Parturin hjá ídnaði, orku og byggivinnu er minkaður úr góðum 21 prosentum í 2003 niður í góð 16 prosent í 2013.
Íkastið frá almennari fyrisiting og tænastu vaks úr um 20 prosentum árini undan 2003 upp á  24 prosent í 2005, og upp á 26 prosent í 2009, men er síðan minkað aftur niður á góð 23 prosent í 2013.
Frá privatum tænastuvinnum er íkastið vaksið úr um 40 prosentum tey fyrru árini uppá um 43 prosent tey seinnu árini.

 


Síðan 1998 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin úr 7,4 miljardum krónum upp í 14,7 miljardir. Men sum myndin omanfyri vísir, hevur gongdin verið skiftandi, og er tað serliga orsakað av skiftandi gongdini í tilfeingisvinnunum og í byggivinnuni. Onkur ár hevur bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum eisini minkað. Í 2003 var tað fellið í alivinnuni, sum saman við stórari afturgongd í fiskiveiðuni var høvuðsorsøk til minkingina. Og beint eftir fíggjarkreppuna í 2008 var tað serliga minni bygging og minni  innlendskur eftirspurningur yvirhøvur, sum dró bruttotjóðarúrtøkuna niður.
Eftir minkingina í 2008 og 2009 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin aftur, 7 prosent í 2010, 2,4 prosent í 2011, 3 prosent í 2012 og 7,5 prosent í 2013.


Bruttotjóðarúrtøkan skift á útreiðslur
Uppgerðin av bruttotjóðarúrtøkuni frá útreiðslusíðuni er samanfatað í talvuni niðanfyri. Í 2013 var húsarhaldsnýtslan góðar 7,6 milliardir, tað eru 52 prosent av BT??. Almenna nýtslan var 4,4 milliardir, 29,6 prosent av BT??. Bruttoíløgurnar vóru 3,7 milliardir, 24,9 prosent av BT??. Og hallið á vøru- og tænastuhandlinum við umheimin var sløk milliard, 6,5 prosent av BT??.

Sum myndin niðanfyri vísir, so broytast partarnir av BT??, ið enda sum húsarhaldsnýtsla og almenn nýtsla, vanliga ikki nógv ár um ár. Tað hevur tó verið eitt greitt skifti í støðinum. Árini 1998-2002 var húsarhaldsnýtslan millum 51 og 53 prosent av BT??, meðan parturin síðan 2003, tó 2010 og 2013 undantikin, hevur verið millum 55 og 58 prosent.

Almenna nýtslan sum partur av BT?? var árini 1998-2002 góð 25 prosent, meðan parturin síðan 2003 hevur ligið rundan um tey 30 prosentini.
Í 2012 vóru íløgurnar útvið 30 prosent av BT??, eins og í 2000, 2003 og 2007. Hini árini síðan 1998 hevur íløguparturin ligið milllum 18 og 25 prosent, í 2013 24,9 prosent. Stóri íløguvøksturin í 2012 stavaði ikki frá vaksandi byggivirksemi í Føroyum, men frá skipainnflutningi, flogfari, útbygging av orku og virkjum annars.

Nettoútflutningurin ger stór lop saman við veiðini, fiskaprísum og innflutningi av skipum og øðrum stórum íløguvørum. Sum partur av BT?? var hallið í 2013 um 6,5 prosent afturímóti 15 prosentum í 2012. Tað hevur verið hall á vøru- og tænastuhandlinum við umheimin seinastu 15 árini, frá 1999-2013.

 

Dagførd og útgreinað hagtøl um bruttotjóðarúrtøkuna eru at finna í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder