Vinna

Heitið er Húsagarður

...

2020-11-02 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mánadagin 2. novembur letur nýggj matstova upp á Hotel Brandan

Fyrstu forrættirnir hjá húsagarðstoyminum eru m.a. jomfrúligir hummarar, mairót, neytatatar og toskur.

Men allarfyrst til søguna:

Gamli Húsagarður eigur serligt pláss í høvuðsstaðnum. Í sjey øldir var garðurin staðsettur á Húsabrúgv eystan fyri Havnar kirkju.

Men í 1939 var Húsagarður fluttur niðan í økið nærindis Gundadali, tí tað var vorðið heldur trongligt niðri í Havn - høvuðsstaðurin vaks, og brádliga lógu fjós og køstur beint í býnum.

Tann flutti garðurin var tá so fjarskotin, at økið bleiv rópt Meksiko. Men søgan endurtók seg, og brátt át býurin eisini hendan Húsagarðin.

Í dag roynir Hotel Brandan eftir førimuni at varðveita staðarnøvn, ið vóru knýtt at økinum. Millum annað hava fundarhøli og onnur rúm fingið gomul staðarnøvn.

Matstovan eitur nettupp Húsagarður eftir bóndahúsunum, sum eitt skifti stóðu á staðnum. Søgan sermerkir eisini høvuðsrættirnir á matarskránni: roykt lambskjøt, neytalundir og havtaska.

Á nýggja Húsagarði er bæði heimligt og háborið. Borðreitt verður bara við góðum norðurlendskum rávørum. Afturvið kunnu vitjandi velja vín úr stóra vínkjallaranum, Gilinum. Gilið fer at goyma einar 3.000 eksotiskar fløskur.

Rannvá Beder og Janus Einar Sørensen eru høvuðskokkar, meðan Mike Uhre og ??lavur í Búrstovu eru høvuðstænarar.

Opið er hvørt kvøld.

Omaná fæst annars ein sonn symfoni av nøtuísi, krystallsjokolátu og fromasju við mysu, marengs og mazarin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder