Komandi vikuskifti verður fjórða Grand prix kappingin nummar 4 av 5, í Badminton. Væntandi verður luttakaratalið metstórt.
Í løtuni er sera stór tilgongd hjá yngru leikarnum. Hetta hevur við sær at MBF og BSF hava valt at taka høllina í Sørvági í brúk eisini leygardagin. Sostatt verður spælt á 8 banum ístaðinfyri 5.
Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin, og verða tey ungu og børnini liðug uml kl 20.
Sunnudagin eiga tey vaksnu so høllina á Giljanesi. Tey byrja klokkan 13:00 og halda á í góðar fýra tímar, fram til umleið klokkan 17:00.
??ll fimm badmintonfeløgini í landinum eru við í kappingunum um vikuskiftið. Tey fimm feløgini eru HBF, MBF, KBF, VÍF og ÍF.
Vit vóru framvið í høllini í dag, ímeðan nakrir av teimum spentu leikarnum fyrireikaðu seg á Giljanesi. Sum vera man eru børnini spent til vikuskifti, og gleða tey seg at møta leikarnum frá hinum feløgnum. Hugaligt er at leikarar, sum vanliga ikki eru til kapping hava valt at stilla upp hesaferð. MBF hevur leikarar úr allari Vágoynni.
Leikarnir vóna at síggja familju og vinir í høllini.
Kappingarskráðin verður almen á heimasíðuni hjá Badmintonsambandinum, www.BSF.fo. hóskvøldi. Annars er MBF (Miðvágs badmintonfelag) eisini at finna á FB og á www.Badminton.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald