JN

Havsbrún tekur ímóti 12.000 tonsum hesa vikuna

...

2017-03-08 15:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hjá Havsbrún í Fuglafirði mala hjólini við fullari ferð. Hesa vikuna koma teir at taka ímóti uml. 12.000 tonsum.

Tróndur í Gøtu landaði fyrr í vikuni 2.800 tons, Fagraberg er liðugur at landa í 3.000 tons, Father Mckee og Brendelen landa 2.000 tons, Norðingur landar í løtuni 2.000 tons, og Borgarin liggur á Klaksvík og bíðar eftir landingartørni, teir hava uml. 2.000 tons.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder