2018-08-31 06:56

Um 20 tíðina í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan frá einum báti ið var eftir havhesti, at teir høvdu fingið motortrupuleikar.
MRCC støðin sendi bjargingarbátin Lív eftir havhestabátinum sum lá útfyri Mjóvanes.
Klokkan 20:24 fór Lív úr Voksbotni og klokkan 20:44 var Lív hjá bátinum.
Lív sleipaði bátin á Argir, og var Lív á Argjum við bátinum klokkan 22:44,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald