2014-07-07 21:00
Rækjutrolarin Havborg fór í morgun at sigla við fullari last av rækjum - uml. 400 tons - Havborg fer fyrst til Tromsø at bunkra, síðan skulu teir landa veiðuna í Karavika. Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur til Tromsø at skifta fólk, áðrenn farið verður nýggjan túr.
Havborg byrjaði fiskiskap 26. juni, teir hava meginpartin av tíðini roynt í russiskum sjógvi, men nú móti endanum av túrinum royndu teir í Hopendýpinum.
Hin føroyski rækjutrolarin - Arctic Viking - roynir eisini við Svalbard, teir byrjaðu fiskiskap 12. juni, Arctic Viking hevur hálva last.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald