17. august 2009 var fundur á Parnassinum á Hotel Hafnia fyri Fiskimálaráðnum, Fiskiveiðueftirlitinum, Havstovuni, Nótaskipunum og nevndini í Føroya Reiðarafelag. Árni Dam, skrivari hja Føroya Reiðarafelag, legði fram vegna Reiðarafelagið. Heitið á framløguni var ???Makrelur ??? tilmæli til Fiskimálaráðið???.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, spurdi landsstýrið 13. oktober 2009 um heimild at áseta Føroyum hægri makrelkvotu.
Trupulleikin var, um Føroyar slitu strandarlandaavtaluna, kundi tað kosta samfelagnum hundraðtals milliónir kr. Hvat segði fiskivinnan? Politiska skipanin? Var semja um ætlanina?
Stríðið um makrelin byggir á skjøl, ið lýsa gongdina, tá Føroyar kravdu sín sjálvsagda rætt.
Hanus Samró, rithøvundur og løgtingsmaður, gevur bókina út.
Almenn bókaframløga verður kl.16.00. í Miðlahúsinum mánadagin 17. august 2015.
??ll eru vælkomin!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald