2021-01-05 16:00
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Hans Kári Johansen er nú givin sum alari hjá Hiddenfjord, Hans Kári fór seinasta summar um tey 67 árini.
Hann byrjaði hjá Hiddenfjord við smoltstøðina á Fútakletti í 1992, hann arbeiddi av og á hjá Hiddenfjord í 90-inum, men var eisini útróðrarmaður.
Síðan ár 2000 hevur Hans Kári arbeitt fast hjá Hiddenfjord, fleiri ár sum formaður í Miðvági og eisini á Velbastað. Tey seinastu árini hevur hann arbeitt í Vestmanna.
Hans Kári er lættur at umgangast og dugir at siga tingini uppá ein stuttligan og fittligan máta, sigur stjórin Atli Gregerssen, sum samtíðis takkar honum fyri gott avrik hesi árini.
Á myndini erHans Kári avmyndaður við Marjun Wilhelm rakstrarleiðara fyri alingini hjá Hiddenfjord og Hans Herlon í Kálvalíð formanni í Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald