2014-12-04 18:22
Nýggi brunnbáturin hjá Bakkafrost "Hans á Bakka??? fór í morgun av bakkastokki á skipasmiðuni í Yalova, Turkalandi.
Brunnbáturin hevur fingið navnið hjá Hans á Bakka, sum saman við bróðrinum, Rólandi, stovnaði Bakkafrost. Hans Jacobsen (vanliga nevndur Hans á Bakka) andaðist 17. desember 2011. Hans var ímyndin av Bakkafrost í yvir 40 ár. Sum nevndarlimur og stjóri á Bakkafrost legði Hans grundarsteinarnar undir Bakkafrost og var við til at seta kósina fyri Bakkafrost frá familjufyritøku til eina føroyska fyritøku í heimsflokki, sum er skrásett á virðisbrævamarknaðinum.
Regin Jacobsen, sonur Hans á Bakka, er stjóri á Bakkafrost. Regin Jacobsen var á staðnum í Turkalandi í morgun, tá nýggi brunnbáturin fór av bakkastokki. Regin sigur í viðmerking: "Hesin nýggi brunnbáturin verður eitt nýbrot fyri føroyska alivinnu og fer at flyta okkum enn longur fram á leið. Eg má siga, at eg var ikki sørt stoltur í morgun ??? og ikki heilt frítt at man var eitt sindur rørdur, eftirsum skipið kemur at bera navnið hjá pápa mínum.???
Nýggi brunnbáturin er 75,8 metur langur og 16 metur breiður. Hann hevur ein kapasitet uppá 3.000 m2 og kann flyta 450 tons av livandi laksi.
"Hans á Bakka??? kemur væntandi til Føroyar í juni 2015, tað skrivar bakkafrost í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald