Vinna

Hanna Jensen nýggjur rektari í Miðnám á Kambsdali

...

2021-02-01 11:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett Honnu Jensen í starvið sum rektari í Miðnám á Kambsdali. Hanna Jensen er 47 ára gomul og hevur lisið franskt á Universitetinum í Keypmannahavn og føroyskt á Fróðskaparsetrinum.Eisini er honvæl áleiðis við eini MA í vegleiðing,umframt at hava tikið onnur viðkomandiskeið.

Hanna Jensen hevur drúgvar royndir bæði sum undirvísari og vegleiðari innan miðnámsøkið. Eisini hevur hon royndir sum franskur konsul í Føroyum. Hanna Jensen hevur verið virkin í politikki í nógv ár sum løgtingskvinna og landsstýriskvinna umframt sum býráðslimur í Eysturkommunu.

Hanna Jensen byrjar í starvinum 1. mars 2021.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder