Tað er Hallur Danielsen, sum tippar komandi dystirnar.
Hallur vantar, at vit koma at síggja tríggjar sera spennandi dystir í vikuskiftinum, meðan tann fjórði dysturin verður ein avgreiðsluspurningur.
Neistin - VB (Elektron deildin) klokkan 17:00 leygardagin.
Eg vænti ein tættan dyst, millum tvey av liðunum, sum kunnu koma í FM-finalurnar í ár. VB vann fyrsta dystin millum liðini, á heimavølli, fyrr í ár, og úrslitini seinastu dystirnar bera boð um, at VB av álvara hevur fingið glið á sítt spæl. Neistin hevur, fyrr í ár, svinga nakað, men leikararnir munnu gleða seg aftur at spæla dyst eftir stegð í 3 vikur. Nú hevur nakað av roki verið um klaguna hjá VB, í samband við dystin móti VÍF, og spurningurin er so, um tað hevur havt ávirkan á fyrireikingarnar hjá VB til hendan dystin. Hjá Neistanum er avgerðandi at álopsspælið kemur at virka, og at bakkspælararnir taka ábyrgd á seg. Gera teir tað, vænti eg, at Neistin vinnur ein tepran sigur.
Neistin - Team Klaksvík (Atlantic Airways deildin) klokkan 18:30 leygardagin.
Hesin dysturin verður, vænti eg, tættari enn støðan í AA-deildini leggur upp til. Munurin millum liðini er ikki so stórur, sum stigatalvan sigur, og einasta dystin millum liðini fyrr í ár vann Neistin við einum máli í Klaksvík. Bæði liðini spæla við stórum temposkifti millum verju og álop, men Neistin dugur eisini at renna skjótálop, og fyri klaksvíkingar er avgerðandi, at forða Neistanum í tí. Eyðnast tað hjá Team Klaksvík at taka ferðina úr dystinum, og við teirra kroppsliga spæli at órógva neistamennirnar, so verður tað ein javnur dystur. Tá kann tað eyðnast hjá Team Klaksvík at vinna sítt fyrsta stig á útivølli, men framvegis vænti eg, at Neistin vinnur.
Kyndil - Stjørnan (Elektron deildin) klokkan 14:30 sunnudagin.
Fá munnu ivast í, at Kyndil vinnur móti Stjørnuni í Elektron-deildini. Kyndil hevur eitt gott lið, sum ætlar sær í finalurnar í ár, meðan Stjørnan byggir upp av nýggjum. Fyri Stjørnuna ræður um, at halda høvdið høgt og stríðast fyri hvørjum bólti og hvørjum máli, meðan Kyndil skal hugsavna seg um at gera arbeiðið ordiligt. Eg vænti ein greiðan heimasigur, og ein dyst, sum saktans kann verða avgreiddur í fyrra hálvleiki.
Kyndil - KÍF (Atlantic Airways deildin) klokkan 16:00 sunnudagin.
Ivaleyst besta úrslitið hjá Kyndilsmonnum, í hesum kappingarárinum, kom móti júst ímóti KÍF, tá teir vunnu í 21 - 24 í Kollafirði fyrr í ár. Men síðani hevur verið sera misjavnt hjá Kyndli. Kollfirðingar, teimum líkt, hava eitt sera høgt botnstøði, so støðan hjá Kyndli er sera greið. Skal Kyndil vinna og harvið hanga við í oddinum, so skulu menn veruliga stríðast. KÍF hinvegin hevur ikki sama trýst á sær. Ivaleyst vilja kollfirðingar tó gera alt fyri at vinna dystin. Eg vænti ein javnan, rokaligan dyst, sum verður undirhaldandi fyri áskoðararnar. Tað koma neyvan nógv mál, men eg vænti, at KÍF vinnur ein tepran sigur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald