Ítróttur

Gysari í Kollafirði - StÍF søplaði kjansin burtur

...

2014-02-04 03:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seinni hálvfinaludysturin í Kollafirði í kvøld millun KÍF og StÍF var ein sannur gysari - spenningurin helt sær til seinasta sekund. Men StÍF søplaði kjansin burtur - Tá ið 5 sekund vóru eftir at leika, fekk StÍF fríkast mitt fyri málinum hjá KÍF, og KÍF hevði í 29. minutti fingið tvær útvísingar t.v.s. 4 mans í verjuni og 6 mans hjá StÍf og harafturat var málmaðurin komin í álop hjá StÍF. Brølarin var, at allir 7 StÍF leikararnir stillaðu upp beint frammanfyri 4-mansverjuni hjá KÍF (Sí myndina omanfyri) - ístaðin skuldu teir sett leikarar út á báðar síðurnar og bakkplássini - fyri á tann hátt at spælt seg ígjøgnum tunnu KÍF verjuna - skotroyndin endaði við, at Emil Dam hegnisliga bjargaði skotinum frá Kjartani Johansen. - ??rslitið gjørdist 24-21, fyrri hálvfinaludysturin endaði við at StÍF vann 32-29, sostatt stóð á jøvnum 53-53 eftir tveir dystir, men av tí at KÍF fekk fleiri mál í útidystinum (29) og StÍF fekk (21) í kvøld, kom KÍF í finaluna.

Annars má sigast at áskoðararnir fingu valuta fyri allar pengarnar.

Í fyrra hálvleiki skiftust liðini at liggja omaná, men í 28. minutti javnaði KÍF, soleiðis at máltalvan vísti 12-12, tá ið farið var til hálvleik.

Sami spenningur var í seinna hálvleiki, tað leikti javnt á til 19. minutt, tá KÍF tók seg frá strandingum, KÍF kom uppá 22-19 í 22 minutti, men strandingar svaraðu aftur og komu uppá 22-21. Í 28. minutti breyt Rógvi Weyhe einsamallur ígjøgnum StÍF-verjuna og støðan 23-21 - enn manglaði eitt mál hjá KÍF til finaluplássið og tað stóð Hans Eli Sigurðbjørnsson fyri, við somu uppskrift, sum Rógvi hevði víst fyri ½ minutti síðan, støðan gjørdist 24-21 og KÍF kláraði at halda reint tey seinastu 27 sekundini, soleiðis at teir komu í finaluna, sum verður ímóti Kyndli í Havn leygardagin.


KÍF: Emil Dam, ??la Kristian Djurhuus, Jaspur Joensen, Janus Jacobsen, Magnus Muller2, Rasmus Junker 5, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Nicklas Selvig 2, Rógvi Weyhe 3, Rúni Joensen 1, Jákup Trygvason og Ási Dam 3.

StÍF: Levi Nybo, Eyðfinn Poulsen, Fríði R. Djurhuus 4, Marius Joensen 3, Allan Norðberg, Pauli G Hansen, Jón Rasmussen, Jákup Berthelsen, Sveinur Justinesen 5, Kjartan Johansen 4, Borgar Danielsen 1, Jógvan G. Joensen 4 og Teitur Nielsen.

Støður:

5. min. 1-0

10. min. 4-2

15. min. 5-4

20. min. 7-9

25. min. 9-10

30. min. 12-12

35. min. 14-15

40. min. 16-16

45. min. 18-18

50. min. 20-19

55. min. 22-20

60. min. 24-21

Dómarar: Dánial Samuelsen og Uni Wardum.

Áskoðarar: 450

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder