Ítróttur

Gunleif heldur fram

...

2013-12-10 02:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar:

Ein av sjónligastu leikarum okkara farna kappingarárið, Gunleif Olsen, verður við okkum eisini komandi kappingarár. Hetta gjørdist greitt í dag, nú hann gjørdi sáttmála fyri árið.

Gunleif Olsen, sum er nokkso nýggjur vágamaður, búsitandi í Sandavági, spældi 24 dystir í EFFO-deildini í ár.

22-ára gamli verjuleikarin spældi flestu dystirnar í verjuni, antin vinstrumegin ella í miðverjuni, men fekk eisini onkran dyst á verjukenda miðvøllinum.

Hann kláraði eisini at skjóta trý mál, harav tað eina kanska var okkara besta alt kappingarárið, eitt brak úr 40 metrum og upp í handara horn, í 1-1 javnleikinum móti AB í Sørvági.

Hjartaliga tillukku við framhaldinum, og vit gleða okkum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder