Mentan

Guðrið læt sandin upp

...

2015-07-17 04:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Guðrið Hansdóttir fekk í ár æruna og ábyrgdina av at opna stóra pallin á sandinum.


Frálíka songkvinnan, sum í fleiri ár hevur bergtikið føroyingar og onnur við sínum frálíku løgum og vøkru rødd, fór á pallin klokkan 20.00.

Ongin ivi er um, at G! av álvara er byrjaður, nú stóra startskotið ljóðaði, í góðveðrinum eru nógvir festivalgestir komnir, og teir nýttu høvið at fáa sand ímillum tærnar afturvið tónunum hjá roynda sangskrivaranum.

Guðrið Hansdóttir er ikki einasta navnið, sum verður at hoyra á sandinum í kvøld. Jamie Woon fer á pallin klokkan 21.55 og klokkan 23.50 er Hogni á skránni.

Á spæliplássinum er fyrst technoveitsla við Kiasmos, tungmálmstónar frá finsk/føroysku Barren Earth og dansiveitsla við Sakaris.

Í grundini kemur enski klubbin You Dig? at seta lív í út á náttina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder