Vinna

Grunnabarð komin hálva leið til Føroyar

...

2015-02-03 15:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grunnabarð, sum í gjár fór at leka, er nú komin hálva leið til Føroyar, teir eru í skrivandi stund einar 40 fj. úr Akrabergi. 

Brimil kom til Grunnabarð stutt eftir midnátt, teir sigla spakuliga norðureftir, Beinisvørð fylgist við teimum. Fagraberg, sum fylgdist við Grunnabarð til Brimil kom á leiðina, er í morgun staddur aftur á svartkjaftafeltinum.

Tað er fríkst lot sunnanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder