2015-08-20 11:08

Vit hava frætt úr Eystur-Grønlandi, at skipini fingu nógvan makrel týsdagin og mikudagin, nøkur skip høvdu rokfiskiskap.
Tað er góður makrelur tey fingu, men soleiðis var eisini í fjør, tað fyrsta skipini fingu var stórur og góður makrelur - í fjør byrjaði makrelfiskiskapurin um hálvan juli.
Sagt verður úr Eystur-Grønlandi, at hitin í sjónum er tann sami í ár sum í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald