JN

Grindin er suður úr Fossinum

...

2018-08-21 14:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hava júst nú tosað við einn av grindaformonnunum, grindin er nú suður úr Fossinum ella Trælanípu.

Tað var Grønhólmur sum fann grindina fyri góðum tíma síðan.

Vestfallið liggur til kl. 16, so roknast kann við at hon kemur á Sandavág/Miðvág tá ið eystfallið er komið.

Nógvir bátar eru áveg til grindina, tað er óslætt, so tað gongur ikki so skjótt út.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder