
Sjálvur var eg ikki við ígrindini henda dagin, men gekk mær oman á kaiina tá seðlarnir vóru útkomnirfyri at vita hvussu skarst hjá bróður og bróðursoninum. Eg fekk ein minni hvøkk,tá eg sá at bara 23 hval av teimum 51 vóru komnir til býtingar ímillum taðvanliga fólki sum hevði tikið lut í rakstri og drápi. Eg hugsaði við mærsjálvum, hetta má eg fáa nærri greiði á, og ætlaði at søkja um alment innlit í skiftiog býti. Men so koma ??lavsøka og Ovastevna, og nú kom so Dimmalætting áðrenn.Eg skal takka Dimmu fyri at lýsa hetta, og í tveimum góðum greinum íDimmalætting kasta alment ljós á grindabýti. Kanska kemur tann triðja greinineisini, sum fer niður í detaljurnar um hvør fær grind og fyri hvat. Teir so kallaðufastir partar. Tí eftir mínum tykki er nógv ivingarsamt ífylgju Kunngerð nr. 9 frá 26.januar 2017 um grind og annan smáhval, vanliga kallað???grindareglugerðini??? ella ???grindakunngerðin???
Eg vil nú vísa á nøkurting, og tølini sum eg brúki eru tey sum Dimma hevur í grein 10. august 2018,sum eru fingin til vega í almennum innliti frá sýslumanninum Finnboga Midjord.Tølini sum stóðu í Dimmu vóru hesi:
Hval 51
Skinnatal 343,5
Fastir partar/ avlop / spill 172
Skinnatal at skifta 171,5
Drápspartar í miðal 0,231
FASTIR PARTAR:
Finningarhvalur 14
Havnamynduleikar/lastbilar 14
Meting / skelting 10
Sýslumaðurin (2%) 7
Grindaformenn (1 % í part) 21
Skaðasýn 2
Skiftishjálp 8
Politi+uppskr. á sandinum 13
Kranar/ trukkar 13
Sløkkkilið 8
Oparar/vakt, ljós 12
Upprudding, grótbátur 6
Grindin sum doyði tann24. juni var 51 hval, svarandi til 343,5 skinn. Tað verður upplýst at 172 skinnfara í fastar partar, og 171,5 í almennar partar. Og longu her byrjar atgrugga. Eg var sum sagt sjálvur á kaiini tá seðlarnir komu út og sá at 23 hvalverða í almanna partinum, so merkir hetta at hetta eru hvalir størri enn miðal,ímeðan teir minnu og yngri hvalirnir, 28 í talið, og sum oftast hava besta tvøsti og spiki verðalatnir í fastar partar. Men tað kann verða av praktiskum ávum at sýslumaðurinhevur valt at gera tað so.
Læt okkum nú hyggja nærrieftir teimum sokallaðu føstu partunum. Grindakunngerðin sigur í kap. 5 hvussuskifti og útlegg (fastir partar) skula býtast. Fyrsta § Í Kap. 5, § 28 sigur : Tá grindiner merkt, skiftir sýslumaðurin og leggur út, sum ásett í §§ 29-40. So tað verður eftir hesum eg fyrihaldi meg til, ogskal vísa hvar eg meti, at alt, ikki er sum tað eigur at vera.
14 skinn ( 4,05 % ) fórutil Havnamynduleikar / lastbilar. Tað er einki tilskila í grindarkungerðini §§29-40. sum sigur at Havnamynduleikar skula hava part. Tað sum eg kenni til, soer sjáldan neyðugt við lastbili, og tí eins heldur lastbilum til at leggjahvalirnar út á kai øki, og tá tað einans er talan um 51 hval, so eigur hettakunna vera gjørt við trukki.
10 skinn (2,91 %) fór tilMeting/skelting. § 31.Sigur ???Metingarfólk,sambært § 26, stk. 1, fáa minst 1 skinn í part sum samsýning og annarseftir meting sýslumansins.??? Her kann sýslumaðurin geva meir enn eitt skinn, men eg vildimett, tá grindin einans er 51 hval, so er knapt 3% í yvirkant til metingarmenn.Men kanska tað vóru 10 metingarmenn, men tað haldi eg eisini er í yvirkant, tátalan er um 51 hval. Tað vil siga, at teir hava mett og merkt 5 hval hvør.
21 skinn ( 6,11%) fórutil grindaformenn. § 33. Sigur ???Grindaformenninir fáahvør 1% av samlaða skinnatalinum.??? Hvussu nógvir grindaformenn er so, jú § 2sigur ??? Til hvørja hvalvág verða 4 fólk uppnevnd til grindaformennog 2 tiltaksfólk umframt.??? Taðvil siga, bara 4 grindaformenn og harvið einans 4% eiga at lætast í teirra partog ikki góð 6%. Sum tað stendur, so eru eisini 2 tiltaksfólk, vanliga kallavaragrindaformenn, men sum orðið sigur, so eru teir til vara, um tað ikkiliggur fyri hjá onkrum av føstu formonnunum at fara í grind. So eftirgrindakunngerðini eiga varagrindaformenn einans vanligan part, um allir 4 føstugrindaformenninir er við í grindini.
12 skinn (3,49%) fóru tilvakt og oparar. Í § 22 Sigur: ???Tágrind er deyð, setir sýslumaðurin ella grindaformaðurin beinanvegin vakt ásjógvi og landi og gevur vaktarmonnunum neyðuga leiðbeining, herundir atvarðveita hvalirnar heilar, undantikið oping eftir § 25 ???. Og 25Sigur: ???Vaktarmenninir opa allar hvalirnar, so teir ikki spillast,og teir ansa eftir, at eingin óviðkomandi kemur at hvalunum......???Tað vil siga at oparar og vaktarmenn er somu persónar. § 30 Sigur hvat løninskal vera ???Fyri vaktarhald, sambært § 22, verður um dagin latið 1/2 skinntil hvønn bátin, sum nýttur verður, og 1/2 skinn til hvønn mannin, og fyrivaktarhald um náttina 1 skinn til hvønn??? Drápið varliðugt kl. 14:51 tann 24. juli, og seðlarnir komu út kl. 20:30, so ikki kannsigast at tað er um náttina at vakt hevur verði hildin og hvalirnir opaðir, ogtískil skuldi hvør maður fingið ½ skinn. Tá so 12 skinn er givin fyri hetta, sokann tað ikki merkja annað enn at tað hava veri 24 vaktarmenn/oparar. Tað vilsiga góðar 2 hval til hvønn mann at halda vakt yvir.
6 skinn (1,75%) eru givintil upprudding. Einki er nevnt um upprudding í §§ 29-40 sum siga hvussu grindinskal skiftast ella útleggjast. Har aftur í móti stendur í § 41 stk. 4 ??? Burturbeiningannars av grindarovum í teim einstøku kommununum verður gjørd av viðkomandi kommunu,og kommunan ber kostnaðin av hesum.??? Og tískil átti einki av grindini verði givin fyri hetta arbeið.
13 skinn (3,78%) fóru tilLøgregluna og uppskrivarar á sandinum. Tað er einki nevnt í grindakunngerðinium Løgreglan ella uppskrivarar. Ein kann meta at uppskrivarar koma undirskiftishjálp ella hjálparfólk sambart § 35 ???Sýslumaðurin leturskiftishjálparfólkum og uppnevndum hjálparfólkum samsýning eftir arbeiði ogábyrgd.??? Men aðrastaðnií innlitinum stendur at ???skiftishjálp??? fingu 8 skinn. Sjálvandi ger løgreglaneitt gott arbeiði tá grind verður hildin til, og tekur sær av útlendskum búrkroppumsum vilja steðga okkum at drepa grind og annars fylgja við at alt fer fram í ???roog orden???. Men eftir mínari meining er tað jú tað sum teir fáa sína føstu lønfyri.
13 skinn (3,78%) fóru tilKranar/trukkar v.m. Tað er væl møguligt at hatta kemur undir ???hjálparfólk??? sumtilskila í § 35. Men ???uppnevnd hjálparfólk??? standa ongastaðni í yvirlitinum.
8 skinn ( 2,33%) fóru tilSløkkilið. Einki er nevnt um sløkkilið í grindakunngerðini, men sum mær kunnugt,so hevur Tórshavnar Sløkkilið plásturkrókar og mønustingarar í varðveitslu og útflýggjarteir til grindamenninar tá grindin er við at verða hildin til. Møguliga kemursløkkilið undir § 35 sum ???hjálparfólk???. Men spurningur er, er hetta ikki blivinein partur av teirra føstu skyldu, og eru harvið fastløntir eftir tí?
Men aftur tilgreinarøðina í Dimmalætting, so sigur bæði sýslumaðurin og kendi grindamaðurinHans Jákup Hermannsen at grindakunngerðin, við serliga atliti til skift/býteigur at verða endurskoða, og tað kann eg bara geva teimum rætt í, men áðrennvit koma hartil, so muga verandi reglur haldast. Tað kann ikki vera rætt, atgrindin, sum er ogn okkara, ein gáva, at yvir helmingurin fer av óbýttum.
Okkara sterkastu argumentmótvegis anti grindaveiðufelagsskapum, um at grindin verður býtt líka til øll,at hetta er ein sosial skipan, og eingin fær vinning, at grindaveiða ikki erhandilslig, er misvísandi. Vit síggja eisini oftari og oftari at grind og spikverður boðin til sølu á sosialu miðlunum. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvørselur? Tað er neyvan hann/hon sum fekk 0,231 skinn í sín part sum selur. Umhesir fastir partarnir fella til somu persónar hvørja ferð, so er taðnærliggjandi at hugsa, at her fer okkurt organisera fram.
Eg veit at nógv av teimumsum fáa nógva grind, geva burtur til tey sum ikki hava. Men, men nógv verðureisini keyp og selt. Ikki tí, tað skal verða møguleiki hjá teimum sum ikki???ganga í grind??? at fáa/keypa sær ein bita, men so eigur tað at verða gjørtundir skipaðum viðurskiftum.
Karlot Hergeirsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald