Tað er aftur boða frá grind í kvøld. Grindin er í Nólsoyarfirði, og gongur spakuliga inneftir.
Ternan og nakrir smáir bátar eru hjá grindini.
22:39: Fólk, sum eru hjá grindini, sum JN.fo hevur tosa við, meta at grindin er 150 hval.
22:50: Grindin er komin innum Molan, tað upplýsur vakthavandi fyri JN.fo.
22:57: Talan er møguliga um fleiri bólkar, men tað er ikki vátta enn av løgreglustøðini.
23:23: Drápið er byrjað.
23:38: Grindin hevur lagt beinini.
23:49: Tað ljóðaði fyrr í kvøld, at grindin møguliga skuldi gingið í fleiri bólkum, men av løgreglustøðini verður sagt, at bátarnir, sum fóru útaftur at leita eftir hinum bólkunum eru komnir innaftur.
JN.fo fylgir gongdini.
Les eisini um grindina í Bø:
Løgreglan: Tíðindarskriv í samband við grindina í Bø
Grindin hildin til á Bíggjarsandi - fleiri SS limir handtiknir
Myndir: Mykinesmenn flota grindabátarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald