
Í gjár varð skipað fyri UEFA-Grassrooots á Valloyruni í Sandavági, tiltakið var fyri børnum, sum ganga í barnagarð´í Vágum.
Skúlanæmingar úr 8B frá Skúlanum á Giljanesi hjálptu til við tiltakinum.
Myndirnar hava Heini Hanusarson og Christina Ravnsfjall tikið
Árliga ???UEFA Grassroots week??? er á skránni í hesum døgum, og eisini í Føroyum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum.
Hendan vikan er Grassroots-vika hjá UEFA, og í tí sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya fyri fleiri tiltøkum kring alt landið. Endamálið er at fáa fleiri at spæla fótbólt og at røra seg.
Mánadagin varð skipað fyri tiltaki á vøllinum við Løkin í Runavík, har barnagarðar av Toftum, Runavík og av Strondum luttóku, og týsdagin var tiltak í Marghøllini í Vági, har barnagarðar í Suðuroynni vóru við.
Fleiri líknandi tiltøk fyri barnagarðar verða eisini næstu dagarnar kring landið, samstundis sum skipað verður fyri tveimum tiltøkum saman við Parasport Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald